Grannskoðarafrágreiðingin í Grønlandi løgd fram

Grannskoðarafrágreiðingin í Grønlandi løgd fram
Fleiri fyrrverandi landsstýrisfólk í Grønlandi hava skyldað grønlendska landskassanum pengar, men nú er bert ein eftir.
Landsstýrið datt sundur og val mátti haldast í Grønlandi, tá tað kom fram, at Aleqa Hammond hevði brúkt almennar pengar til egna nýtslu.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 16:07

Nú er tað bert fyrrverandi grønlendski landstingsformaðurin, Kuupik Kleist, sum skyldar grønlendska landskassanum pengar. Tað stendur í frágreiðingini sum varð gjørt fyri valið, og sum varð almannakunngjørd fyri árslok.

Grannskoðaranevndin hjá landstinginum bað um frágreiðingina, eftir at tað kom undan kavi, at fleiri limir í landstinginum skuldu skylda landinum pengar, og tað hevði eisini við sær, at val varð útskrivað.

Kanningin fevndi um árini aftur til 2009.

Hon vísir, at Aleqa Hammond, Ane Hansen, Anthon Frederiksen, Kuupik V. Kleist, Mimi Karlsen, Ove Karl Berthelsen og Steen Lynge hava skyldað landskassanum pengar. Men øll uttan Kuupik Kleist hava goldið pengarnar aftur.

Kuupik Kleist skyldaði eitt skifti landskassanum góðar 100.000 kr., sum vórðu nýttar til ferðir hjá honum og familjuni. Nakað er goldið aftur, men hann skyldar framvegis um 20.000 kr., stendur í frágreiðingini.

Aleqa Hammond skyldaði ett skifti slakar 200.000 kr., men tá frágreiðingin varð gjørd, hevði hon rindað landskassanum allar pengarnar aftur.

Steen Lynge hevði nýtt umleið 25.000 kr. at ferðast fyri, men hann valdi at rinda pengarnar aftur í heyst.

Anthon Frederiksen hevði í tíðarskeiðinum skyldað landskassanum góðar 50.000 kr., Ove Karl Berthelsens slakar 18.000 kr., og Mimi Karlsen slakar 3.000 kr. Tey hava øll rindað landskassanum pengarnar aftur, stendur í frágreiðingini.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður vil ikki gera viðmerkingar til frágreiðingina fyrr enn hálvan januar, skrivar grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044