Átikið sær ábyrgdina fyri álopið á Charlie Hebdo

Átikið sær ábyrgdina fyri álopið á Charlie Hebdo
Leiðarin fyri yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda í Jemen, Nasser al-Ansi, sigur, at felagsskapurin stóð fyri yvirgangsálopinum á Charlie Hebdo
Nasser al-Ansi, leiðari fyri yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda í Jemen, hevur fyri løtu síðan átikið sær ábyrgdina fyri álopið á franska blaðið, Charlie Hebdo, í eini sjónbandaupptøku, sigur tíðindastovan, AFP
Mynd: AP  
 
14.01.2015 - 11:30

Franska tíðindastovan, AFP, boðaði fyri løtu síðan frá, at leiðarin fyri yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda í Jemen hevur átikið sær ábyrgd fyri álopið á franska satirublaðið fyri viku síðan.

- Vit eru felagsskapurin Qa'idatul Jihad á arabisku hálvoynni, og vit átaka okkum ábyrgda av hesi atsókn sum hevnd fyri stríðmenn hjá Allah, sigur leiðarin hjá felagsskapinum í Jemen, sambært tíðindastovuni í eini sjónbandaupptøku.

Hann sigur eisini, at boðini um at leypa á blaðið komu frá al-Zawahiri, sum er ovast leiðari fyri al-Qaeda. Satiru-blaðið Charlie Hebdo kemur út aftur í dag - bert eina viku eftir, at fleiri leiðandi starvsfólk á Charlie Hebdo vórðu dripin í køldum blóði av yvigangsmonnum, meðan tey sótu á redaktiónsfundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136