Ulf Kristersson er til reiðar at halda fram sum forsætisráðharri

Ulf Kristersson er til reiðar at halda fram sum forsætisráðharri
Í kvøld fer sitandi forsætisráðharrin at hava fund við hinar floksleiðararnar í borgarligu flokkunum
Sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur ikki mist vónina um at halda fram sum stjórnarleiðari, hóast reyð-grøni vongurin í løtuni hevur fleiri sessir í nývalda ríkisdegnum.
Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
14.09.2026 - 13:30

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, formaður fyri Moderatunum, sigur í dag, dagin eftir valið, at hann bíðar eftir endaliga valúrslitinum.

Í gjárkvøldið segði Ulf Kristersson, at hann er til reiðar at halda fram sum forsætisráðharri, hóast reyð-grøni vongurin í fyribilsuppteljingini hevur meirlutan av sessunum í ríkisdegnum. 

Í dag hitti sitandi forsætisráðharrin fjølmiðlar, og hann hevur ikki mist vónina um at halda fram sum stjórnarleiðari. 

 

Stjórnin kann loysa trupuleikarnar 

- Eg ætli mær at taka tað róligt. Síðani fari eg at tosa við fleiri. Vit hava eina góða stjórn, sum kann loysa allar trupulleikarnar, vit hava í løtuni. Og so komi eg aftur, tá eg síggi nakrar møguleikar at skipa stjórn, sigur hann.

Í kvøld skal fer Ulf Kristersson at hitta leiðarar hinum flokkunum á borgarliga veinginum.

Nú 94 prosent av atkvøðunum eru tald, hevur reyð-grøni vongurin tilsamans 176 sessir í ríkisdegnum, og samgonguflokkarnir hava 173 sessir.

Men framvegis er ógreitt, hvør fer at skipa stjórn.

Mikudagin verða brævatkvøður og atkvøður frá svium úti úr heimi taldar, og tær kunnu ávirka býtið av sessum í ríkisdegnum.

 


Magdalena Andersson, andstøðuleiðari. (Mynd: Jonas Ekstromer/EPA/Ritzau Scanpix)

 

Bara 28.000 atkvøður á muni

Tí bara 28.000 atkvøður eru á muni millum vinstraveingin hjá Magdalenu Andersson, forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum, og høgraveingin hjá sitandi forsætisráðharra, Ulf Kristersson.

28. september skal nývalda manningin í ríkisdegnum velja formann.

Og í fyrsta lagi dagin eftir, 29. september, kann formaðurin koma við uppskoti um, hvør kann gerast forsætisráðharri. Tað ger hann eftir at hava hitt floksleiðararnar.

- Fólk vita ikki, um tey skulu flenna ella gráta, og eru enn sera spent.

 


Brandur Enni.

 

Tað sigur Brandur Enni, sálarfrøðingur, sum býr í Stokkhólmi. Hann væntar ikki, at tað verður lætt at skipa stjórn, og at tað kanska verður roynt at skipa stjórn tvørtur um miðjuna.

Hoyr Brand Enni í útvarpstíðindunum: 
 

14092026_Brandur_Enni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329