Ongin semja

Ongin semja
 
23.01.2015 - 15:38

Samráðingarnar millum strandarlondini um norðhavssild og svartkjaft, eru av á hesum sinni. Hóast fleiri royndir vórðu gjørdar, eydnaðist tað ikki strandarlondunum at semjast um eitt nýtt býti av hesum báðum stovnum. Semja var tó um øll onnur viðurskifti eitt nú heildarkvoturnar av norðhavssild og svartkjafti fyri 2015. Tað skrivar Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Einki røktist yvirhøvur fyri at gera semju um norðhavssild, og tóku Føroyar tískil sum formansland, eftir at hava ráðført seg við hini londini, avgerð um at enda samráðingarnar um eitt nýtt býti av norðhavssild fyri 2015 og lótu formansskapin yvir til Noregs, sum er formansland fyri samráðingarnar fyri 2016. Strandarlondini fara sostatt at áseta sær einsæris kvotur av norðhavssild fyri 2015 við ongari semju sum grundarlagi.

Samráðingarnar um svartkjaft fyri 2015 vórðu niðurlagdar í dag og verða tiknar upp aftur væntandi í februar mánaði. Føroyar fara tá sum formansland at gera enn eina roynd at býta svartkjaftastovnin av nýggjum millum strandarlondini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846