Dómur fallin í grannskoðaramálinum

Dómur fallin í grannskoðaramálinum
Ein serlig próvtøka skal til, áðrenn ein grannskoðari kann nevna seg autoriseraður grannskoðari

02.02.2015 - 16:12

Tað er niðurstøðan hjá Føroya rætti í sonevnda grannskoðaramálinum. Tí fríkendi rætturin í dag Løgmansskrivstovuna og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sum fyrst í 2012 ógildaði skrásetingina, sum níggju grannskoðarar fingu í 2007.

Christian Andreasen, sum er advokatur hjá grannskoðarunum, sigur, at hann nú fer at lesa dómin, og síðani verður støða tikin til, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. Freistin er fýra vikur.

Føroyska og danska lógin um grannskoðaravirksemi, eru so líkar, at eingin orsøk er til at tulka kravið um próvtøku øðrvísi í Føroyum enn í Danmark.

Løgmaður fríkendur

Føroyska lógin var orðað í tráð við donsku lógina, sum krevur, at umframt eina kandidatútbúgving, skal ein grannskoðari til eina serliga grannskoðarapróvtøku, fyri at nevna seg autoriseraðan grannskoðara.

Tað sæst millum annað í tí sum rætturin hevur lagt til grund fyri at fríkenna Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í sonevnda grannskoðaramálinum. Málið hevur verið ávegis í trý ár, og dómur fall í dag.

Málið kom undan kavi á heysti í 2010, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi eina frágreiðing um málið. Rætturin vísir eisini á, at ein grannskoðari í sínum virki, er longdi armurin hjá tí almenna.

Eingin heimild var at góðkenna grannskoðararnar

Ein autoriseraður grannskoðari, er ein serliga væl útbúgvin grannskoðari, sum í lógini fær víðar heimildir, sum eingin annar kann taka sær av, heldur ikki skrásettir grannskoðarar. Talan kann vera um eitt nú fíggjarfyritøkur.

Tí er tað í lagi, at ein sum ætlar sær at gerast autoriseraður grannskoðari, skal til eina serliga próvtøku, og trý ára virkistíð er ikki nóg mikið, sigur rætturin. Út frá tí heldur rætturin, at eingin heimild var at góðkenna grannskoðararnar sum hava stevnt, sum autoriseraðar grannskoðarar.

Teir sum stevndu luku ikki treytirnar, og tí var tað í stríð við lógina, tá skrásetingin í 2007 góðkendi teir sum autoriseraðar grannskoðarar. Tí var tað í lagi, at Løgmansskrivstovan í februar í 2012, strikaði autorisatiónina hjá grannskoðarunum.

Fingu freist í trý ár

Víst verður eisini á, at Løgtingsins Umboðsmaður longu fyrst í november í 2010, vísti á, at treytirnar fyri at fáa autorisatión, ikki vóru hildnar, tí grannskoðararnir ikki høvdu lokið neyðugu próvtøkuna.

Í dóminum leggur rætturin serliga dent á, at grannskoðararnir fingu freist í trý ár, at fara til neyðugu próvtøkuna, og tann freistin fer ikki úr gildi fyrr enn seinast í hesum árinum, næstan fýra ár eftir, at autorisatiónin varð tikin aftur.

Rætturin sigur, at tann freistin hevur verið væl egnað til at fara upp til neyðugu próvtøkuna. At grannskoðararnir ístaðin valdu at kæra, og síðani at leggja málið fyri rættin, kann tí ikki nýtast til at meta um málið.

Tí kann rætturin heldur ikki seta til síðis avgerðina, sum Løgmansskrivstovan tók tann 21. februar í 2012, um at taka autorisatiónina frá grannskoðarunum. Føroya rættur fríkendi Løgmansskrivstovuna.

Umfatandi og kostnaðarmikið mál

Grannskoðararnir sum stevndu Løgmansskrivstovuni vóru upprunaliga fýra, men nú dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu.

Talan er um ein drúgvan dóm, sum er 46 síður. Eitt slíkt sakarmál kostar nógv, grannskoðararnir skulu rinda Løgmansskrivstovuni 150.000 kr. í sakarmálskostnaði.

Christian Andreasen, sum er advokatur hjá grannskoðarunum, sigur, at hann nú fer at lesa dómin, og síðani verður støða tikin til, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin. Freistin er fýra vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817