- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlitið við flogferðsluni verður bíligari
Eftirlitið við flogferðsluni verður bíligari
Atlantic Airways, Vága Floghavn og Landsverk spara pening, nú gjøldini hjá Trafikstyrelsen verða minni. Lógaruppskot kom í løgtingið týsdagin

Atlantic Airways, Vága Floghavn og Landsverk spara pening, nú gjøldini hjá Trafikstyrelsen verða minni
18.02.2015 - 08:10
Atlantic Airways, Vága Floghavn og Landsverk fara at spara nakrar hundrað túsund krónur, nú Trafikstyrelsen í Danmark skal hava minni fyri at hava eftirlit við flogferðsluni.
Sparingin hjá Atlantic Airways verður 300.000 kr. um árið, Vága floghavn skal rinda 200.000 kr. minni og Landsverk 100.000 kr. minni. Lógaruppskotið um nýggja skipan fyri gjaldið til Trafikstyrelsen fyri eftirlit við flogferðsluni kom í løgtingið í gjár.
Í staðin fyri 1,8 milliónir krónur úr Føroyum, skal Trafikstyrelsen í framtíðini hava 1,2 milliónir úr Føroyum fyri eftirlitið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























