- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarformaðurin í BankNordik ikki biðin aftur
Tað verður stórvask á aðalfundinum í BankNordik á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. mars klokkan 17. Tá verður øll nevndin í BankNordik eftir øllum at døma skift.
Tað vil siga teir fýra nevndarlimirnir, sum partaeigararnir velja. Starvsfólkini í bankanum velja tvey umboð í nevndina.
Tveir av høvuðspartaeigarunum - Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur 34 prosent av bankanum, og Lind Invest ApS, sum eigur 10 prosent - hava boðað keypsskálunum frá, hvørjar fýra persónar teir vilja hava aðalfundin at velja í nevndina.
Stine Bosse forkvinna
Talan er um donsku vinnulívskvinnuna Stine Bosse, sum skal vera nýggj nevndarforkvinna. Hini trý eru Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line og nevndarformaður í Fíggingargrunninum, Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, og Súsanna Poulsen, stjóri í norska Hjelmeland Sparekasse.
Klaus Rasmussen hevur verið nevndarformaður í BankNordik síðani 2008. Eitt tíðarskeið, har bankin er skrásettur á keypsskálunum og tvífaldaður í vavi. Soleiðis vísti bankin í nýggjasta ársroknskapinum á, at 60 prosent av inntøkunum hjá føroyska bankanum nú stava frá virkseminum í Danmark, Grønlandi og Íslandi.
Klaus Rasmussen hevur onga frágreiðing, tá vit spyrja hann um stóru útskiftingina í nevndini.
- Eg kann bara staðfesta, at so er. Tað er ein avgerð, sum partaeigararnir hava tikið, sigur Klaus Rasmussen.
Eingin grundgeving
Fráfarandi nevndarformaðurin sigur seg onga frágreiðing hava fingið um, hví hann ikki skal halda fram.
- Nei, eg havi onga grundgeving fingið. Eg ímyndi mær bara, at partaeigararnir vilja hava nýggj eygu í nevndina, sigur Klaus Rasmussen.
Tað er tó greitt, at tað er IKKI eftir egnum ynski, at Klaus Rasmussen skjótt verður fyrrverandi nevndarformaður.
- Eg havi ikki biðið um at sleppa frá sum nevndarformaður, sigur hann.
Hann hevur ikki hug at gera eina samrøðu við útvarpið. Men Klaus Rasmussen sigur seg tó vera nøgdan við ta støðu, sum bankin er komin í síðstu sjey árini.
- Tú kanst sjálvandi siga, at bankin hevur ikki megnað at forrenta sín eginpening nóg væl, og kursurin á partabrævinum er framvegis ov lágur. Men tann støðan skal síggjast í ljósinum av fíggjarkreppuni og tí søguliga lágu rentu, sum í løtuni tyngir einhvønn bankarakstur, sigur Klaus Rasmussen og heldur fram:
- BankNordik er í dag ein sunn og væl rikin fyritøka. Normalar tíðir koma aftur, og bankin er førur fyri at tjena pengar og forrenta sín eginpening.
Hevur ikki tørv á frágreiðing
Klaus Rasmussen sigur seg hvørki hava krav um ella tørv á eini frágreiðing, hví hann ikki longur skal halda fram sum nevndarformaður í einum banka, sum sambært bæði nevnd og leiðslu gongur so sera væl. Tráðspurdur svarar hann turrisliga:
- Vanliga verður nevndin skift út, tá tað gongur illa. Tað er so ikki talan um í hesum føri, sigur Klaus Rasmussen.
Í eini fráboðan frá Lind Invest ApS stendur, at millum stóru partaeigararnar er semja um, at tey marknaðarviðurskifti, sum partaeigararnar rokna við næstu árini, á einstøkum økjum ikki samsvara við ta fatan, sum bankin í dag hevur av framtíðini. Tí vilja partaeigararnir hava onnur eygu at hyggja eftir strategi bankans.
Hinir, skjótt fyrrverandi nevndarlimirnir í BankNordik, eru næstformaðurin Jens Erik Christensen, Niels Vestermark og Nils Sørensen.