Kristianna meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum

Kristianna meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum
Kristianna Winther Poulsen, sum fleiri ferðir hevur havt sætið á løgtingi sum varafólk, hevur nú meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum
 
07.03.2015 - 12:37

Kristianna Winther Poulsen sum fleiri ferðir hevur havt sætið á løgtingið fyri sjálvstýrisflokkin, hevur nú meldað seg úr flokkinum. 

Tíðindi ganga um, at hon er á veg uppí javnaðarflokkin, men tað hevur Kristianna Winther Poulsen ongar viðmerkingar til í dag. Ring aftur um nakrar dagar, er svarið frá henni.

Við heimasíðuna in.fo verður hon kortini endurgivin fyri at siga, at hon ikki er samd við politisku linjuni hjá flokkinum.
- Tey eru heldur ikki samd við mær, og tí havi eg avgjørt at melda meg úr flokkinum, sigur hon.

Kristianna Winther Poulsen hevur í fleiri umførum havt sæti á tingi sum varafólk fyri Sjálvstýrisflokkin og er eitt kent andlit á politiska pallinum. Hon var vald sum nummar trý á listanum hjá Sjálvstýrisflokkin við seinasta løgtingval. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, var fyrsti eykamaður á listanum eftir Kára P. Højgaard, formann. Nummar fýra var Kári á Rógvi sáli og síðani Karl Olsen úr Vestmanna.

Bæði Jógvan Skorheim og Karl Olsen hava boðað frá, at teir ætla sær ikki at stilla upp til komandi løgtingsval.

Kristianna Winther Poulsen fekk flestar persónligar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Havn við seinasta val.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194