Sníktu seg umborð: Ætlaðu at søkja um friðskjól

Sníktu seg umborð: Ætlaðu at søkja um friðskjól
Tá Norröna kemur á Havnina mánamorgunin, tekur løgreglan ímóti tveimum ungum dreingjum úr Marokko, ið bert eru 14 og 15 ára gamlir
Tveir ungir dreingir, 14 og 15 ára gamlir, sita í løtuni í varðhaldi umborð á Norrönu, ið er á veg til Føroya. Dreingirnir ætlaðu sær til Íslands, har teir høvdu ætlanir um at søkja um friðskjól
 
08.03.2015 - 11:19

Tveir ungir dreingir, ið bert eru 14 og 15 ára gamlir, sita í løtuni í varðhaldi umborð á Norrönu, ið er á veg til Føroyar úr Danmark, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Teir báðir dreingirnir høvdu sníkt seg umborð á skipið í Danmark, tí teir ætlaðu sær víðari til Íslands, har teir høvdu ætlanir at søkja um friðskjól.

Túrurin hjá teimum báðum dreingjunum steðgar kortini í Føroyum mánamorgunin, tá Norröna kemur á havnina við ferðafólkunum. Dreingirnir sleppa ikki víðari til Íslands.

Verða sendir aftur til Danmarkar

- Okkara uppgáva verður at fáa teir báðar dreingirnar niðan í Mjørkadal, har teir skulu sita til Norröna fer aftur til Danmarkar hóskvøldið, sigur Heri Andreassen, vakthavandi á politistøðini.

Hann sigur, at teir báðir dreingirnir eftir øllum at døma hava sitið í Sandholm leguni, ið er bráðfeingis bústaður hjá flóttafólkum í Danmark, áðrenn teir sníktu seg umborð á skipið.

14 og 15 ára gomlu dreingirnir eru báðir ættaðir úr Marokko, sigur vakthavandi. Manningin á Norrönu sá dreingirnar á vakmyndatólum, ið eru á bildekkinum á skipinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655