Avgjaldið á luktilsi skal takast av

Avgjaldið á luktilsi skal takast av
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag. Landsstýrismaðurin væntar størri inntøkur, hóast punktgjaldið verður tikið av
 
13.03.2015 - 09:58

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um at taka punktgjaldið á luktilsi av.

Endamálið er, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at fáa fólk, sum keypa luktilsi í øðrum londum, at fáa tey at keypa tað í føroyskum handlum, tá punktgjaldið verður strikað 1.juni í ár.

Handilsvinnan hevur ofta víst á, at punktgjaldið fær fólk at keypa eitt nú luktilsi uttanlands. 

Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið í 2006, segði, at minni enn fjórðingurin av teimum spurdu keypir luktilsi í Føroyum.

Við lógaruppskotinum verður punktgjaldið á kosmetikkvørum og sápu strikað. 

Landskassin missir tríggjar milliónir krónur av broytingini, men Jørgen Niclasen væntar, at pengarnir koma aftur í meirvirðisgjaldi, tí meira verður keypt.

Hann vísir á, at tá sjónvarpstól sluppu undan punktgjaldinum fyri tíggju árum síðani, fekk landskassin nakrar milliónir meira í meirvirðisgjaldi fyri sjónvarpstól 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514