Somaliskir sjórænarar dømdir 14 ára fongsul

Somaliskir sjórænarar dømdir 14 ára fongsul
Teir royndu í 2013 at ræna danska farmaskipið, Torm Kansas, og eru nú dømdir fongsulsrevsing í 14 ár á Seychellunum
 
17.03.2015 - 08:15

Teir vórðu ákærdir fyri sjórán, tí teir 10. desember í 2013 royndu at ræna danska skipið í Indiska Havinum.

Deildir á danska herskipinum, Esbern Snare, tóku teir níggju rænararnar. Í grundlógaravhoyring 23. november, vórðu teir fongslaðir, hóast teir ikki vóru til staðar. Verjin kærdi fongslingina til landsrættin, og fekk viðhald í, at rættartrygdin ikki var í lagi.

Fingu endurgjald

Teir fingu í desember í fjør slakar 20.000 kr. í part fra danska statinum, fyri at verða hildnir aftur av órøttum.

Í grundlógini stendur, at ein og hvør sum verður tikin, skal koma fyri ein dómarar, í seinasta lagi eitt samdøgur eftir at viðkomandi er tikin. Tá rænararnir komu fyri rættin, høvdu teir verið fongslaðir í 13 samdøgur.

Danska ákæruvaldið slepti málinum, og setti menninar í land á Seychellunum, har teir nú eru dømdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. august
Breddin: Vitlíki - fyrimunir og vansar
195886
Fríggjadag 22. august
RagnarRokk: Maik Weichert um Heimat
194233
Fríggjadag 22. august
Morgunlestur fríggjadagur 22. august 2025
195629
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195893
Fríggjadag 22. august
Barnaróður finalan
195887
Hósdag 21. august
Veðrið
195855
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771