SAS flýgur ikki til Grønlands í ár

SAS flýgur ikki til Grønlands í ár
Orsøkin er, at brennievnið er vorðið so dýrt
SAS-flogfar í Nuuk. í summar flýgur SAS ikki til Grønlands.
Mynd: Greenland Airports  
 
28.05.2026 - 07:54

SAS flýgur ikki til Grønlands í ár.

Orsøkin er, at brennievnið er vorðið so dýrt.

Fyrst vóru nógvar ferðir í juni avlýstar. Og ferðir seinni í summar blivu nógv dýrari.

Nú er so alt avlýst, skrivar miðilin Check-in.dk.

Í fjør fleyg SAS tríggjar ferðir um vikuna til Grønlands.

Nýggja leiðin hjá SAS millum Keypmannahavnar og Istanbul er eisini komin í vanda.

Fyribils eru allar ferðir í juni og juli avlýstar, skrivar Check-in.dk.

SAS flýgur beint nú seks dagar um vikuna til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV