Minnilutin fær ikki svarið til hoyringar

Minnilutin fær ikki svarið til hoyringar
Málið er fult upplýst og niðurstøðan greið, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri á kommunudeildini í Almannamálaráðnum
Hilmar Høgenni er deildarstjóri á kommunudeildini í Almannamálaráðnum
 
25.03.2015 - 15:50

Almannamálaráðið og Kommunala eftirlitið broyta ikki hugsan. 

Og tí fær minnilutin í Sands kommunu ikki viðhald í, at minnilutin átti at verið hoyrdur um svarini hjá borgarstjóranum á Sandi í sambandi við kæruna um starvssetnanirnar í kommununi. 

Minnilutin fær ikki svarini til hoyringar. 

Hevur einki skeivt gjørt

Almannamálaráðið og Kommunala eftirlitið komu í gjár við sínari niðurstøðu: Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, hevur einki skeivt gjørt.

Og tí fær minnilutin ikki viðhald. Hvørki í ákærunum um, at starvssetanirnar ikki eru farnar fram eftir bókini, ella at minnilutin átti at verið hoyrdur um svarini frá borgarstjóranum. 

Hilmar Høgenni, deildarstjóri á kommunudeildini í Almannamálaráðnum, vísir til niðurstøðuna, sum varð send pørtunum mánakvøldið. 

Í svarinum stendur millum annað: 

"Almannamálaráðið hevur sent klagu tykkara til Sands kommunu til viðmerkingar. Eisini hevur Almannamálaráðið fingið avrit av skjølum í málinum frá Sands kommunu, herundir avrit av gerðabókum, tá nevndu mál hava verið viðgjørd". 

Tað er hetta, sum er fallið minnilutanum í kommunustýrinum á Sandi fyri bróstið. 

Minnilutin undrast á, at hann hevur ikki fingið høvi at gera viðmerkingar til svarini frá borgarstjóranum og Sands kommunu. 

Men einki løgið er í hesum, sigur Hilmar Høgenni, sum er staddur uttanlands og ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag. 

Gjørt niðurstøðu út frá skjølum

Hann leggur dent á, at kommunala eftirlitið hevur gjørt sína niðurstøðu út frá skjølum, sum eru í málinum. Hetta eru eitt nú avrit av gerðabókum, tá málini hava verið fyri á kommunustýrisfundi á Sandi. 

Og júst tað, at málini hava verið fyri á kommunustýrisfundum, metir kommunala eftirlitið sum haldgóða grundgeving fyri, at minnilutin á Sandi er kunnaður um málini. 

Og tí er eingin orsøk at halda, at minnilutin ikki hevur havt møguleika at gjørt vart við síni sjónarmið, sigur Hilmar Høgenni. 

Almannamálaráðið og kommunala eftirlitið meta tí málið sum avgreitt.

- Málið er fult upplýst og niðurstøðan greið, sigur Hilmar Høgenni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521