Uppskot sent til hoyringar

Uppskot sent til hoyringar
Kunngerðin, sum tekur rættin frá teimum, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjum og laksavirkjum, at fáa pengar úr fiskavirkisskipanini hjá ALS, er nú á veg
 
27.03.2015 - 11:12

Johan Dahl, landsstýrismaður, sum hevur gjørt uppskotið um kunngerðina, er samdur við stýrið í ALS um, at fiskavirkisskipanin eigur at verða broytt, men hann hevur ikki tikið støðu til, um hon bara skal vera fyri tey, sum arbeiða botnfisk.

Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum og onnur, sum verða hoyrd, hava svarað Vinnumálaráðnum, ætlar Johan Dahl at hava fund við arbeiðsgevarar, fakfeløg og ALS-stýrið um málið. Hoyringarfreistin er til 10. apríl.

Johan Dahl hevur eisini gjørt uppskot um broytingar í tveimum øðrum kunngerðum, og ein kunngerð skal setast í gildi av nýggjum. Allar fýra kunngerðirnar skulu hjálpa ALS at spara pengar.

Kunngerðir skulu spara ALS okkurt um 16 mió.

Ein kunngerð er um starvsvenjing fyri arbeiðsleys, ein er um arbeiðsloysisstrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi, og ein er um sjálvbodna arbeiðsloysistrygging fyri løntakarar.

Hesar kunngerðir skulu spara ALS okkurt um 16 mió. kr. Nógv tann størsta sparingin er í fiskavirkisskipanini, okkurt um 14 mió. kr.

Kortini kann tað henda, at ein partur av útreiðsluni hjá ALS bara verður fluttur millum pengakassarnar hjá stovninum, tí fólk, sum nú fáa úr fiskavirkisskipanini, fara í staðin fyri at fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul eftir broytingina.

Starvsvenjingartíð styttast

Starvsvenjingin hjá arbeiðsleysum verður stytt úr fimm niður í tveir mánaðir. Og endurgjaldið frá ALS til arbeiðsgevarar, sum hava arbeiðsleys í starvsvenjing, minkar úr 80 prosentum niður í 50 prosent av lønini, sum arbeiðsgevarin rindar.

Arbeiðsgevarin skal tí rinda helvtina av lønini og ikki bara ein fimting sum nú. Men eru útlit fyri, at tann, sum er í starvsvenjing, kann fáa fast starv, kann starvsvenjingartíðin framvegis vera fimm mánaðir, stendur eisini í broytingini.

Tey, sum sjálvboðin gjalda til ALS, skulu nú gjalda 8.150 kr. um árið í staðin fyri 3.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521