Landið skal brúka 273 mió. kr. til íløgur næsta ár

Landið skal brúka 273 mió. kr. til íløgur næsta ár
Peningur verður millum annað brúktur til Marknagilsdepilin, Landssjúkrahúsið, Nólsoyarskip, tunlar og vegir og bústaðir til fólk við serligum tørvi
 
30.03.2015 - 10:27

108,5 mió. kr. fara til Marknagilsdepilin, og onnur arbeiði eru millum annað Viðareiðistunnilin, Landssjúkrahúsið, Nólsoyarskip og bústaðir til fólk við serligum tørvi.

Í búskaparfrágreiðingini, sum Fíggjarmálaráðið legði fram leygardagin, sæst eisini, hvørjar ætlanir eru um nøkur ár. Serliga er talan um vegir og tunlar. Farleiðin til Dals fær 43,5 mió. kr. frá 2017 til 2022, og 50 milliónir skulu brúkast til vegin oman fyri Skálafjørð frá 2018 til 2021.

250 milliónir til tunlar norður um fjall

165 milliónir krónur eru ætlaðar Hvalbiartunlinum frá 2018 til 2021, 250 milliónir eru til tunlarnar norður um Fjall í Borðoynni og 122 milliónir til tunnil millum Gøtudal ella Kambsdal og Skálafjørð árini frá 2021 til 2024.

Aðrar íløgur, sum skulu gerast fyri 2024, eru innkoyringarvegurin til Havnar, farleið til Fámjins og Vestmanna, Tjørnuvíkarvegurin, Inni í Fjørð í Kollafirði, Leirvíkartunnilin og Kollafjarðartunnilin.

Íløgur skulu eisini gerast í Tjóðleikhús, Fróðskaparsetrið, Søvn landsins, stovn fyri heilaskadd og sambýli til fólk við sálarsjúku og menningartarni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981