Donsk fólkaatkvøða ávirkan í Føroyum og Grønlandi

Donsk fólkaatkvøða ávirkan í Føroyum og Grønlandi
Fólkaatkvøðan um fyrivarnini hjá Danmark móti ES reglunum um løgreglu og dómsvald kann fáa avleiðingar í Føroyum og Grønlandi
Í seinasta lagi í mars 2016 verður fólkaatkvøða í Danmark um fyrivarnini móti ES.
 
05.04.2015 - 13:15

Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Danmark um fyrivarnini, sum Danmark hevur viðvíkjandi løgreglu og dómsvaldi í ES, kann fáa avleiðingar í Føroyum og Grønlandi, hóast londini ikki eru í ES.

Í seinasta lagi í mars næsta ár verða veljararnir í Danmark spurdir, um Danmark skal strika síni fyrivarni og í staðin fyri velja tær ES fyriskipanir um løgreglu og dómsvald, sum Danmark vil hava.

Hetta kann hava við sær broytingar hjá løgregluni og dómsvaldi í Føroyum og Grønlandi, hevur grønlendska kringvarpið, KNR, fingið upplýst frá danska Løgmálaráðnum.

Danska stjórnin og aðrir flokkar í fólkatinginum vilja strika fyrivarnini fyri at kunna vera við í stríðnum hjá ES móti brotsgerðum, sum ikki virða landamørk.

Úr Europol

Vandi er fyri, at Danmark ikki sleppur at halda fram í Europol, sum er løgreglusamstarvið hjá ES, um Danmark ikki broytir síni fyrivarni.

Gevur fólkaatkvøðan undirtøku fyri at strika fyrivarnini, kann Danmark velja at seta í gildi 22 nýggjar reglur hjá løgreglu og dómsvaldi at virka eftir, so sum reglur um fólkahandil og kynsligan yvirgang móti børnum, sum ES vil hava at vera eins í øllum limalondunum.

Sambært Løgmálaráðnum í Keypmannahavn fáa landsstýrini í Føroyum og Grønlandi broytingar, sum fara at ávirka londini, til hoyringar.

Landsstýrið fyrireikar seg

Landsstýrið í Føroyum er farið at fyrireika seg til møguligar broytingar eftir fólkaatkvøðuna, millum annað tí tað kann henda, at avgerðarrættur verður fluttur úr Keypmannahavn til Brússel, men avgerðarrætturin viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi framvegis verður í Keypmannahavn.

Fundir hava eisini verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um málið.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440