Almennu Føroyar skulu hava ein eigarapolitikk

Almennu Føroyar skulu hava ein eigarapolitikk
Tað er viljin hjá einum samdum løgtingi, sum biður landsstýrið tryggja sær, at áhugamálini hjá landinum verða røkt forsvarliga
Feløg, sum tað almenna eigur, umsita í dag virði fyri 7,4 milliardir krónur. Men tað er í stóran mun tilvildin, sum ger av, eftir hvørjum leisti virðini verða umsitin, meta løgtingsgrannskoðararnir
 
22.04.2015 - 14:57

Feløg, sum tað almenna eigur, umsita í dag virði fyri 7,4 milliardir krónur. Men tað er í stóran mun tilvildin, sum ger av, eftir hvørjum leisti virðini verða umsitin, meta løgtingsgrannskoðararnir.

● Hvat skal landið gera við síni partabrøv í Smyril Line?

● Hvør er uppgávan hjá Føroya Tele?

● Hví tjenar ein stjóri í almennum partafelag meira enn dupult so nógv sum sjúkrahússtjórin?

Spurningarnir eru nógvir - men reyði tráðurin manglar í svarunum.

Almennu Føroyar hava ongan eigarapolitikk. Her manglar ein definitión av, hvussu tað almenna skal fara við sínum virðum.

Tað almenna eigur virði fyri 7,4 mia.

Tað eru ikki smávegis virði, sum tað almenna eigur. Í rundum tølum umsita lands partafeløgini, grunnarnir og landsstovnarnir, sum tað almenna eigur í, virði fyri 7,4 milliardir krónur.

Í hesum feløgum arbeiða umleið 700 fólk - og lønir og nevndarsamsýningarnar eru tilsamans 340 milliónir krónur.

Í fjør summar kom Landsgrannskoðanin við einari 168 síður drúgvari frágreiðing, sum út í æsir lýsir leiklutin hjá tí almenna í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum.

Tilmælini hjá Landsgrannskoðanini

Í síni frágreiðing staðfestir Landsgrannskoðanin, at allarflestu av hesum virkiseindum eru ikki við í landsroknskapinum, og teirra roknskapir verða ikki lagdir fyri løgtingið.

Landsgrannskoðanin staðfestir, at í Føroyum eru ongar tilráðingar ella leiðreglur um virkisleiðslu. Eftir at hava gjøgnumgingið øll hesi feløg og grunnar kemur Landsgrannskoðanin við fleiri tilmælum:

● Landið skal tryggja sær, at áhugamálini hjá landinum verða røkt á forsvarligan hátt

● Landið skal eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við einstøku virkiseindini er tíðarhóskandi, og um landið yvirhøvur skal eiga í

● Leiðreglur um virkisleiðslu skulu gerast

● Ein eigarapolitikkur skal orðast, og í hesum skal ásetast, hvørjar virkiseindir landið skal eiga, hvat endamál og hvørjar ætlanir eru við hesum virkiseingum; hvørji krøv verða sett leiðsluni; hvørji úrslit feløgini skulu hava og so framvegis...

Landið skal gera eina árliga frágreiðing

Sum tað seinasta vil Landsgrannskoðanin hava, at landið ger eina árliga frágreiðing, sum tekur samanum gongdina í hesum virkiseindum.

Løgtingið hevur nú tikið frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini til sín og eitt samt løgting biður landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

- Í dag er tað í alt ov stóran mun tilvildin, sum ger av, hvussu virðini verða umsitin, meta løgtingsgrannskoðararnir Reimund Langgaard og Høgni Hoydal

Saman við Jóan Magnus Rasmussen og Eyðgunn Samuelsen eiga teir nú samtykta uppskotið, ið gevur landsstýrinum boð um at orða ein eigarapolitikk.

Almenni eigarapolitikkurin verður viðgjørdur í Radaranum, sum er á skránni klokkan 17:05 seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234