- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknafelag Føroya rópar varskó
Órógv er í heilsuverkinum, og í morgin fer Læknafelag Føroya at hava tíðindafund um støðuna. Limir í Læknafelag Føroya hava seinastu tíðina gjørt vart við sína ónøgd um støðuna í heilsuverkinum.
Nú hevur Læknafelag Føroya, sum umboðar læknar, kommunulæknar, serlæknar og yngri læknar, skrivað eitt skjal, sum sambært felagnum lýsir læknafrøðina nú og komandi árini.
"Vit halda at grund er til at rópa varskó," skrivar Læknafelagið í tíðindaskrivi.
Nógvar atfinningar seinastu tíðina
Í Sosialinum fríggjadagin hevði felagið fyri Føroyskir læknar uttanlands skriv um heilsuverkið, og fleiri læknar, millum annað næstformaðurin í Serlæknafelagnum Fróði Joensen og Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum hava seinastu vikurnar funnist at støðuni í heilsuverkinum í greinum í Sosialinum.
Eisini Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur gjørt vart við, at støðan í Heilsuverkinum ikki er nøktandi.
Mangla nógvar serlæknar
Fróði Joensen vísur millum annað á, at samanborið við støðið í danska heilsuverkinum, átti føroyska heilsuverkið at havt 43 serlæknar aftat, umframt at fýra serlæknastørv ikki eru normeraði.
Tað ger, at undirmanning kemur fyri á summum deildin, og tí verða læknarnir ovbyrjaðir, sigur Fróði Joensen við Sosialin. 14 av teimum 36 virkandi serlæknunum eru yvir 60 ár, og tí verður trupulleikin enn størri um nøkur ár.
Fróði Joensen heldur, at tað kann gerast trupult at fáa nýggir serlæknar til føroyar, tí serlæknar er eftirspurd arbeiðsmegi uttanlands, og tí kappast vit við útlendsk sjúkrahús um serlæknarnar.
"Tá umstøðurnar eru so keðiligar fyri serlæknar í Føroyum, har man ofta kann standa einsamallur sum serlækni, er sannlíkt, at serlæknarnir velja at fara aðra staðni, har umstøðurnar eru betur," sigur Fróði Joensen.
Ongantíð so trupul støða sum nú
Hann sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað eitt so stórt trýst á serlæknaøkið. Ein ortodædkirurgur og einasti serlækni í giktasjúkum hava sagt seg úr starvi, og seinasta hálva árið hava tríggir serlæknar verið sjúkrameldaðir av strongd. Tí er stórur tørvur á at umskipa heilsuverkið, sigur Fróði Joensen við Sosialin.
Eitt sjúkrahús
Shahin Gaini, yvirlækni, leggur í grein í sosialinum dent á, at neyðugt er at savna serlæknarnar í Føroyum á einum sjúkrahúsið. Hann sigur, at hóast Landssjúkrahísð er stórsta sjúkrahúsið í Føroyum, so er tað lítið samanborið við nógv sjúkrahús uttanlands. Hann heldur, at av tí at so fáir serlæknar eru í Føroyum, so mugu vit savna vitanina á einum stað, so sjúklingurin kann fáa bestu viðgerðina.
Hann sigur, at fleiri dømi eru um, at ein serlækni hevur eitt so stórt øki, at tað í veruleikanum átti at verið fýra serlæknar á soma øki. Men trupulleikin er, at politisku mynduleikarni ikki lurta eftir serfrøðini, og tað elvir til, at tænastan ikki er nóg góð, sigur Shahin Gaini yvirlækni við Sosialin.
Og sum sagt hevur Føroya læknafelag nú lagt seg útí kjakið um heilsuverkið. Felagið heldur, at orsøk er til at rópa varskó, og felagið hevur tíðindafund um eitt skriv, sum felagið hevur skrivað, í morgin klokkan 10 á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu.