Stórur áhugi fyri stjórastarvinum

Stórur áhugi fyri stjórastarvinum
Nógv vilja verða stjóri í Atlantic Airways. Tað er greitt, eftir at umsóknarfreistin er farin og umsóknirnar til stjórasessin eru taldar
45 umsóknir eru komnar til stjórastarvið í Atlantic Airways, nú umsóknarfreistin er úti
 
29.04.2015 - 16:00

45 umsóknir eru til stjórastarvið í Atlantic Airways, nú freistin at søkja starvið er farin. Nevndarformaður er nøgdur við talið á umsóknum, men vil ikki nágreina, hvat felagið leggur dent á, tá skikkaðir umsøkjarar skulu veljast burturúr.

- Tað er av týdningi fyri okkum, at viðkomandi kann halda fram við kósini, sum vit hava sett fyri tveimum árum síðani, og at viðkomandi kann menna felagið, sigur Niels Mortensen.

Funnist hevur verið at, at eingi krøv til førleikar standa í starvslýsingini. Til tað sigur nevndarformaðurin, at áhugað kundu seta seg í samband við Atlantsflog, so høvdu tey fingið fleiri síður við nágreiniligari lýsing av krøvunum til starvið.

Nevndarformaðurin í Atlantic Airways, Niels Mortensen, vil tó ikki siga nakað um, hvørji krøvini til stjórastarvið eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672