Háskúlin biðjur um hjálp

Háskúlin biðjur um hjálp
Ein landsinnsavning er byrjað til frama fyri umvælingar á Føroya Fólkaháskúla
 
16.05.2015 - 10:25

- Vit heita á Háskúlavinir úr øllum Føroyum um at veita Háskúlanum eina peningagávu, oyramerkta til nýggja tekju og nýggj vindeygu.

 

Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá Føroya Fólkaháskúla.

Skúlin er í ringum standi. Hol er í tekjuni á Nýggja Skúla, og tí lekur vatn inn í kømurini, tá tað regnar. Vindeyguni í Gamla Skúla eru somuleiðis illa farin og áttu at verið skift út.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 milliónir krónur at umvæla Háskúlan. Mest átrokandi umvælingarnar, tær sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, koma at kosta 2.414.500 krónur.

 

Mugu sjálvi finna 900.000

Fyrradagin bórust góð tíðindi úr Løgtinginum, at Føroya Fólkaháskúli hevur fingið eina eykajáttan á 1,68 milliónir krónur. Hetta svarar til 70 prosent av samlaða kostnaðinum.

Men hendan játtanin er treytað av, at Føroya Fólkaháskúli sjálvur fær til vega 30 prosent, sum er 900.000 krónur

- Finna vit ikki hesar pengarnar, so fáa vit heldur einki frá landinum. So verða ongar umvælingar gjørdar, og so verður eingin Háskúli, stendur á heimasíðuni hjá skúlanum.

 

Til ber at lesa meira um landsinnsavningina hjá Háskúlanum á heimasíðu skúlans.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360