Írland: Samkynd loyvi at giftast

Írland: Samkynd loyvi at giftast
Tað benda úrslitini av fólkaatkvøðuni í gjár á eftir at tríggir fjórðingar av atkvøðunum eru upptaldar
Úrslitini av fólkaatkvøðuni í Írlandi í gjár, benda á, at eftir at tríggir fjórðingar av atkvøðunum eru upptaldar, sleppa samkynd at ganga saman í hjúnalag
Mynd: aljazeera.com  
 
23.05.2015 - 15:50

3,2 miliónir írar høvdu atkvøðurætt, men hvussu nógv fólk vóru á vali og hvussu býtið var millum ja og nei atkvøður er ikki komið fram enn. Tó er greiður meiriluti fyri at gera samkyndum rætt at giftast, verður sagt.

Írland er ikki fyrsta land, ið loyvir samkyndum at giftast, men er fyrsta landið, ið hevur hildið fólkaatkvøðu um spurningin. Tað var neyðugt, tí hjúnalagið og hjúnabandsrættindi verða nevnd í írsku grundlógini. Bæði í og uttan fyri Írland verður sagt, at talen er um eina kollvelting, tí til tað er ikki meira enn 22 ár síðani, at gerðir, knýttar at homoseksualiteti, vóru strikaðar úr írsku revsilógini.

Katólska kirkjan mælti írum frá at atkvøða fyri hjúnalagi millum samkynd, og kirkjan hevur havt nógv at siga í írskum politikki, men hevur mist ávirkan so hvørt ein gøla fyri og onnur eftir hevur avdúkað, at nógvir katólskar prestar í áravís og langt aftur í tíðina - kynsliga hava gjørt seg inn á børn í hópatali.

Írland hevur síðani 2010 havt eina lóg um skrásett parlag. Ovastin í írsku katólsku kirkjuni, Eamon Martin, erkabispur, sigur, at kirkjan fer at umhugsa at siga frá sær sivila ella løgfrøðiliga partin av øllum hjúnavígslum. Hendir tað verða allar brúðarvígslur í Írlandi borgarligar eins og nógvastaðni í Evropa, har øll fara á ráðhúsið at giftast, og um tey vilja hava kirkjunnar vælsignilsi, ja, so fara tey í kirkju aftaná.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585