G7-leiðarar mæla til loysn á kreppuni í Iran

G7-leiðarar mæla til loysn á kreppuni í Iran
Leiðararnir í heimsins ríkastu londum leggja dent á, at Iran undir ongum umstøðum má fáa hendur á kjarnorkuvápnum
Leiðarar í heimsins ríkastu londum hava fund í Kanada í hesum døgum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.06.2025 - 08:25

Leiðarnir í G7-londunum hava sent út yvirlýsing, har teir mæla til, at ein loysn verður funnin á kreppuni í Iran, ein loysn, sum hevur við sær, at fíggindaskapurin í  Miðeystri so líðandi minkar, og at vápnahvíld fæst í Gasa.

Í yvvirlýsingini leggja G7-leiðararnir dent á, at Ísrael hevur rætt til at verja seg í skjótt vaksandi stríðnum í Miðeystri. 

Samstundis verður endurtikið, at Iran undir ongum umstøðum má fáa hendur á kjarnorkuvápnum. Hetta skriva fleiri altjóða miðlar, teirra millum CNN.

 

Trump farin av fundinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fór av G7-toppfundinum fyri tíð.

Sambært Hvítu húsunum er orsøkin støðan í Miðeystri. Donald Trump skuldi eftir ætlan eisini vera við á toppfundinum í dag. 

Á sosiala miðli sínum, Truth Sosial, mælir amerikanski forsetin øllum til at fara úr Iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858