Útoyggjaálitið: Vónar at okkurt ítøkiligt spyrst burturúr

Útoyggjaálitið: Vónar at okkurt ítøkiligt spyrst burturúr
Løgmálaráðið hevur fingið álit, sum lýsir avbjóðingar og møguleikar á útoyggj
Óla Jákup úr Dímun er formaður í Útoyggjafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2025 - 18:01

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fekk í gjár handað álit um útoyggjar, sum lýsir lýsir avbjóðingar og møguleikar.

Løgmálaráðið hevur seinasta árið arbeitt við at orða eitt nýtt útoyggjaálit.

Álitið snýr seg um Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Álitið leggur upp til, at politiska skipanin setur sær seks málsetningar fyri útoyggjarnar. 

- Nógv gott er í álitinum, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, og vónandi kemur okkurt ítøkiligt burturúr, sigur hann.

Fleiri álit eru gjørd um útoyggjarnar, m.a. fyri 25 árum síðani, tá Útoyggjafelagið var stovnað. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19062025_Utoyggjaalit

 

Les álitið her.

. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037