FBI kannar fráfarandi FIFA-forsetan

FBI kannar fráfarandi FIFA-forsetan
Tað er helst veruliga orsøkin til, at Blatter í gjár boðaði frá, at hann leggur frá sær, siga fleiri altjóða miðlar.
 
03.06.2015 - 09:32

New York Times, tíðindastovan Reuters og amerikanska sjónvarpsstøðin ABS News hava tosað fleiri keldur, sum vátta tíðindini. Men allar keldurnar vilja vera ónevndar. Ein talsmaður fyri FBI vil ikki gera viðmerkingar.

Fleiri handtøkur í væntu

Samveldisløgreglan skipaði fyri kanningunum, sum endaðu við, at fýra leiðarar í FIFA vórðu tiknir á einum hotelli í Zurich dagarnar upp undir forsetavalið í FIFA í síðstu viku. 

Teir eru undir illgruna fyri mutur, og FBI hevur sagt, at fleiri kunnu vænta at verða handtikin.

Eisini aðalskrivarin í FIFA, Jerome Valcke, er settur í samband við mutur, men tað hevur FIFA víst aftur.

FIFA: Vit vistu av ongum

Tað var táverandi leiðarin í fíggjarnevndini hjá FIFA, sum skipaði fyri, at 68 milliónir krónur vórðu goldnar, og tað varð gjørt í samsvari við galdandi reglur í fótbóltssamgonguni.

- Hvørki aðalskrivarin ella aðrir limir í ovastu leiðsluni vóru uppi í hesum máli, sigur FIFA í eini fráboðan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688