Skildar Eik framvegis 500 milliónir krónur

Skildar Eik framvegis 500 milliónir krónur
Vagn William Andersen er nú dømdur fyri skattasvik og skuldarsvik fyri 22 mió. kr. tilsamans
 
11.07.2015 - 15:16

Við tveimum málningum eftir danska málaran Carl-Henning Pedersen, sum vóru mettir at vera verdir okkurt um 200.000 kr., sum trygd, fingu Vagn William Andersen og felag hanssara Sydporten Aps eina hálva milliard krónur í láni frá Eik í Danmark. Pengarnir vórðu brúktir til íløgur í fastognir.

Ein onnur trygd var veð í einum fronskum felagi, sum einki átti uttan eigaraskapin hjá Vagn William Andersen í einum marglætishúsum í Fraklandi. Eitt vað, sum vísti seg at vera líka lítið vert sum málningarnir, tí teir, sum skilst, vóru falskir.  

Eik lænti eina hálva milliard, sum Eik ongantíð fekk aftur. 

Vagn William Andersen er nú dømdur fyri skattasvik og skuldarsvik fyri 22 mió. kr. tilsamans. Harafturat fekk hann góðar níggju mió. kr. í bót og 13 milliónir verða tiknar frá honum. Tær eru ólógligur vinningur av einari húsasølu í Fraklandi, skrivar Ekstrablaðið. 

Vagn William Andersen missir eisini rættin at reka vinnuvirksemi í fimm ár, og hann fekk hálvtfjórða ára fongsulsrevsing, men skal bara sita hálvt ár, tí hann er so gamal, hann er 73.

Hann skyldar framvegis tær 500 milliónirnar, sum hann lænti frá Eik.

Fyri 30 árum síðani fekk Vagn William Andersen, sum var krabbameinsgranskari, hálvtfimta ára fongsulsrevsing fyri at smugla 102 kilo av hashi til Danmarkar. Tá æt hann Vagn Bremerskov Jensen. 
Í mai fingu Brian Toft og Jesper Clausen, sum vóru stjórar í Eik Bank Danmark, 30.000 kr. hvør í bót fyri at hava lænt Vagn William Andersen alt ov nógvar pengar.

Báðir noktaðu seg sekar í ákærunum hjá Bakmanspolitinum, sum kravdi 50.000 kr. í bót.
Sambært hesum málinum bant Eik seg til at hefta fyri 283 milliónum, sum BRF Kredit átti hjá Sydporten Aps.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751