- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framsýning av lutum frá yvirgangsatsóknini á Utøya
Í Oslo lótu átta fólk lív og 30 fólk fingu skaða, tá ein 950 kilo-stór bilbumba sprongdist og oyðilegði seks bygningar hjá stjórnarráðum og skrivstovuna hjá forsætisráðharranum.
Í Utøya lótu 69 fólk lív, og 69 fingu skaða.
Í næstu viku letur upp framsýning av lutum frá hesum yvirgangsatsóknum, - millum annað verða sýndar fram restirnar av bilinum, sum varð sprongdur í luftina og falska løgreglukortið hjá Breivik.
Framsýningin verður opin í fimm ár og verður í stjórnarbygninginum í miðbýnum í Oslo, har umvælingararbeiði framvegis verður gjørt eftir yvirgangsálopið.
Ikki allir norðmenn eru samdir um, at lata upp slíka framsýning á staðnum, har fleiri fólk lótu lív. - Nógv av teimum hava ikki tørv á at verða mint á yvirgangsmannin, sigur sakførarin hjá nøkrum av teimum, sum sluppu undan atsóknunum á lívi.
Hann vísur á, at tað hevði verið óhugsandi, at ognarlutir hjá Osama bin Laden høvdu verið sýndir fram á Ground Zero í New York, eftir yvirgangsálopið 11. september 2001, sum al-Keida-leiðarin legði tilrættis.
Fyriskipararnir siga hinvegin, at framsýningin skal virka sum kunningarátak, og hon er gjørd í samstarvið við nøkur avvarðandi.
- Vit eiga ikki at gloyma hesa hending. Vitan er týdningarmesta amboð móti hatri, harðskapi og víðgongd, sigur norski kommunu- og moderniseringsráðharrin, Jan Tore Sanner.
36 ára gamli Anders Behring Breivik varð dømdur 21 ára varðhaldsviðgerð.
Í ár skipar sosialdemokratiska ungmannafelagið fyri fyrstu ferð eftir yvirgangsálopini, aftur fyri summarlegu á Utøya. Legan verður í august-mánað.