4.500 grønlendskar kvinnur hava rætt til endurgjald

4.500 grønlendskar kvinnur hava rætt til endurgjald
Endurgjaldið frá danska statinum til kvinnur, sum ikki sjálvbodnar hava fingið snyril ella aðra fyribyrging, er 300.000 kr.
Ida Auken er heilsu- og kirkjumálaráðharri í Danmark.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
26.06.2026 - 11:21

Mikudagin ber til hjá grønlendskum kvinnum at søkja um endurgjald frá danska statinum fyri ósjálvbodnar at fáa snyril ella aðra fyribyrging.

Umsóknirnar verða viðgjørdar frá 1. september, tá lógin væntandi kemur í gildi. 

Lógaruppskotið er komið í fólkatingið.

Tað skal viðgerast í skundi, sigur Ida Auken, heilsu- og kirkjumálaráðharri, við KNR. 

Endurgjaldið er 300.000 kr. í part.

 

4.500 kvinnur rætt til endurgjald

Danska stjórnin hevur upplýst, at okkurt um 4.500 kvinnur kunnu hava rætt til endurgjald.

Eitt ferðalið verður sent úr Danmark til Grønlands í heyst at hjálpa kvinnum at skriva umsókn um endurgjald.

Danski staturin skipar fyri.

Sambært danska kringvarpinum vera løgfrøðingur, sum eisini er sjúkrarøktarfrøðingur, grønlendskur sálarfrøðingur, tolkur og ein dómari, sum er farin frá við eftirløn, í ferðaliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423