Krevja at málið verður loyst

Krevja at málið verður loyst
Peningur má í stundini finnast til Skopunar havn, so grótið í inniglingini kann ruddast burtur sum skjótast, halda tingmenn í Sandoynni
Tveir tingmenn í Sandoynni mótmæla, og krevja, at málið við grótinum í Skopunar havn verður loyst, so fólk í oynni ikki verða rakt av fleiri avlýsingum hjá Teistanum enn neyðugt
 
05.08.2015 - 16:08

Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu, mótmæla, at túratalið hjá Teistanum verður skert í heyst og í vetur, tí neyðug játtan er ikki til arbeiðið at rudda grótið burtur, ið ávirkar siglingina hjá Teistanum, tá veðrið øtlar.

Ætlanin var, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skuldi biðja løgtingið um eykajáttan til Landsverk nú í august, so grótið kundi ruddast burtur. Men nú val er útskrivað, er óvist, hvussu verður við hesum.

Skrivað bræv til landsstýrismannin

Hetta góðtaka Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu als ikki. Í opnum brævi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, vísir Páll á Reynatúgvu á, at hann longu fyri tveimum árum síðani hevur víst á trupulleikan.

SÍ EISINI Løgtingsvalið órógvar sigling hjá Strandferðsluni

- Hetta er ein neyðstøð, og tá hevur fíggjarnevndin bráðfeingis heimild til at veita játtan við fíggjarnevndarskjali, sigur Páll á Reynatúgvu.

- Her er ikki at drála, men at fara til verka, sigur Páll á Reynatúgvu eisini í brævinum til landsstýrismannin.

Krevja at peningur verður funnin

Brandur Sandoy tekur undir við Pálli á Reynatúgvu. Talan er um eina neyðstøðu fyri Sandoynna, sigur hann.

- Vit sum búgva í oynni krevja, at peningur verður funnin til hesa støðu, ið mná metast sum ein neyðstøða, sum oyggin er komin í, sigur Brandur Sandoy.

- Teistin er okkara alfaravegur, og tí kann tað als ikki góðtakast, at grótið verður liggjandi út móti vetri, soleiðis at siglingin í vetur verður darvað av hesum ávum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328