Lakari hálvár enn í 2014

Lakari hálvár enn í 2014
BankNordik hevði 79 milliónir krónur í yvirskoti, fyri skatt, fyrra hálvár í ár, boðar bankin frá í hálvársroknskapinum, sum er kunngjørdur í morgun
Hálvársúrslitið hjá BankNordik er heldur lakari enn fyrra hálvár í fjør, tá bankin hevði 85 milliónir í yvirskoti, fyri skatt
 
05.08.2015 - 08:35

Hálvársúrslitið er heldur lakari enn fyrra hálvár í fjør, tá BankNordik hevði 85 milliónir í yvirskoti, fyri skatt, sigur bankin í hálvársroknskapinum.

Sambært BankNordik er hálvársúrslitið í ár merkt av, at bankin skuldi gjalda 14 milliónir krónur í uppsagnarlønum, eftir at bygnaðarbroytingar vóru framdar í mai mánað.

SÍ EISINI BankNordik: 220 til 240 milliónir í yvirskoti í ár

Annan ársfjórðing í ár hevur BankNordik somuleiðis staðfest eitt kurstap á 40 milliónir krónur. Fyrr í ár boðaði BankNordik frá, at bankin ætlar at sleppa sær av við íslendska tryggingarfelagið Vørður.

Sambært fráboðan til keypsskálarnar í morgun verður sølan endaliga framd í ár. Leiðslan í BankNordik roknar framvegis við, at yvirskotið í ár tá avtornar verður millum 200 og 240 milliónir krónur, áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavnað og skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028