Royna við tveimum aliringum

Royna við tveimum aliringum
Royndin at hava aliringar á Sandsvág heldur fram í vetur. Ein aliringur varð lagdur á Sandsvág í november í fjør
Næsta vetur er ætlanin at royna við tveimum ringum á Sandsvág, har Marine Harvest legði ein aliring í fjør
 
10.08.2015 - 08:58

Í november í fjør varð ein aliringur lagdur á Sandsvág, 0,3 fjórðingar eystur úr grótkastinum við havnina. Næsta vetur er ætlanin at royna við tveimum ringum.

SÍ EISINI Kanna møguleikar fyri aling á Sandsvág

Eingin laksur er í ringunum, men lukkast royndirnar, er ætlanin at seta laks í sjey ella átta ringar á Sandsvág næsta vár, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes.

Av tí at minst 30 metra dýpi skal vera undir ringunum, liggja ringarnir uttarlaga á vágni, og har er harðført og nógv alda í vestanættunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328