Fer at kosta danska statinum milliardir

Fer at kosta danska statinum milliardir
Tað fer at kosta Fíggjarligum støðufesti hálva fjórðu milliard krónur at lofta Eik samtakinum, sum gav skarvin yvir í september í 2010
Tað fer at kosta Fíggjarligum støðufesti, tað er danska statinum, hálva fjórðu milliard krónur at lofta Eik samtakinum, ið gav skarvin yvir í september í 2010
 
11.08.2015 - 10:23

TF Holding keypti 70 prosent av bankanum fyri 450 mió. kr. í 2011. Afturat tí fekk Fíggjarligt støðufesti 122 milliónir í serligum vinningsbýti í 2013.

Nú ætlar Fíggjarligt støðufesti at selja tey 30 prosentini, og TF Holding hevur forkeypsrætt. Men ES-reglur áleggja Fíggjarligum støðufesti at bjóða tey 30 prosentini út í einari, sum sagt verður, opnari og gjøgnumskygdari sølutilgongd saman við egnaðum íleggjarum.

Sagt varð í 2011, at keypir TF Holding tey 30 prosentini í 2015, kosta tey 293 mió. kr. Verða tey 30 prosentini, sum eftir eru, seld nú fyri millum 250 og 300 milliónir krónur, situr Fíggjarligt støðufesti eftir við 3,5 milliardum krónum fyri at bjarga Eik í 2010. Tveir triðingar stava frá Eik í Danmark.

Tey, sum hava hug at keypa tey 30 prosentini av Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur, hava freist til 24. august at boða frá, sigur Fíggjarligt støðufesti, sum nú hevur avgjørt at selja tey 30 prosentini í Eik Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265