Hesir summarfuglarnir gera innrás í Klaksvík

Hesir summarfuglarnir gera innrás í Klaksvík
Admiral summarfuglar hava seinastu tíðina verið at sæð nógvastaðni í Klaksvík í heita veðrinum, sum hevur verið seinastu dagarnar
Summarfuglar sum hesin á myndini, hava seinastu dagarnar verið at sæð í stórum fylgjum í Klaksvík
Mynd: Norðlýsið/Oliver Joensen  
 
26.08.2015 - 11:14

Tað eru ikki bert sjáldsom ferðamannaskip, ið hava vitjað í Klaksvík í summar. Seinastu dagarnar hava fólk í býnum sæð summarfuglar, ið vanliga ikki síggjast har um leiðir..

Rættilig innrás hevur seinastu dagarnar verið av sonevndu Admiral summarfuglunum í Klaksvík, skrivar Norðlýsið á netinum.

Í onkrum førum hava fólk sæð stór fylgi av Admiral summarfuglunum í urtagørðum ymsastaðni í Klaksvík, skrivar blaðið.

Admiral summarfuglar ferðast vanliga úr Suðurevropa norður gjøgnum Evropa, og eru áður sæddir í eitt nú Íslandi, sambært Wikipedia. Teir eru 55-70 millimetrar stórir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974