Nógvir fiskidagar eftir

Nógvir fiskidagar eftir
Heldur ikki í fiskiárinum, sum nú er við at enda, verða allir fiskidagar brúktir, verri enn so. Serliga hjá útróðrarbátunum eru nógvir dagar eftir
Nógvir fiskidagar eru eftir í fiskiárinum, sum nú er við at enda. Hjá útróðrarbátunum millum 15 og 40 tons eru 55 prosent av fiskidøgunum eftir
 
28.08.2015 - 09:59

Hjá bátunum millum 15 og 40 tons eru 55 prosent av døgunum eftir. Hjá teimum stóru bátunum, teir, sum eru millum 40 og 110 tons, eru 47 prosent eftir.

Trolbátarnir hava brúkt annan hvønn fiskidag, 49 prosent eru eftir sambært heimasíðuni hjá Vørn.

Línuskipini eiga 26 prosent eftir av sínum døgum í hesum fiskiárinum, sum endar mánadagin.

Trolararnir brúka flestar dagar

Trolararnir eiga 14 prosent eftir av sínum fiskidøgum á innaru leiðini og 28 prosent á ytru leiðini.

Løgtingið hevur samtykt, at næsta fiskiár, sum byrjar týsdagin 1. september, vera fiskidagarnir teir somu sum í verandi ári.

Síðani fiskidagarnir komu í 1996 eru dagarnir so líðandi vorðnir helvtina færri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025