Hýrurnar hægri

Hýrurnar hægri
Higartil í ár hava føroyskir fiskimenn fingið eina stíva hálva milliard krónur í hýrum, ein fjórðing meira enn í fjør
Føroyskir fiskimenn hava higartil í ár fingið eina stíva hálva milliard krónur í hýrum, ein fjórðing meira enn í fjør
 
09.09.2015 - 08:15

Til 1. september vóru goldnar 564 mió. kr. í hýrum, 114 milliónir meira enn í fjør, upplýsir Hagstovan. Eisini aðrar vinnugreinar hava goldið meira í lønum í ár, vøksturin er 6,4 prosent.

Størsta framgongdin er í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni. Higartil í ár eru goldnar fimm milliardir og 200 milliónir krónur í lønum í Føroyum.

Menn fingu 60 prosent av lønunum og kvinnur 40 prosent. Men vøksturin í lønunum í ár er næstan allur farin til menninar, kvinnurnar eina bara ein fjórðing av teimum 308 milliónum, sum eru goldnar meira í ár enn í fjør.

Orsøkin er, sigur Hagstovan, at vøksturin í ár er í yrkjum, har flest mannfólk arbeiða. Allar vinnugreinar uttan ein, og hon eitur fígging og trygging, hava rindað meira í lønum higartil í ár enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846