Fólkatalið í Føroyum søguliga høgt

Fólkatalið í Føroyum søguliga høgt
Fólkatalið í Føroyum er nú komið upp um 49.000. 1. august búðu 49.179 fólk í Føroyum, sigur Hagstovan
1. august búðu 49.179 fólk í Føroyum, og er tað eisini fyrstu ferð, at fólkatalið í Føroyum er komið upp um 49.000 fólk
 
15.09.2015 - 15:21

Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august í fjør til 1. august í ár var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Hetta gevur fólkavøkstur á 539. Tað er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 49.000 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er tann avgerandi mánaðurin, tá ung í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi.

Um so verður, at august í ár verður áleið sum í fjør, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49 túsund, eisini tá stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974