Staðfest at talan er um rúsevni

Staðfest at talan er um rúsevni
Tað er rúsevnið MDMA, sum eini hjún úr Niðurlondum royndu at smugla til Íslands í farnu viku. Rúsevnið verður brúkt í Ecstasy pillarum
Nú er staðfest, at tað vóru 80 kilo av rúsevninum, MDMA, ið eini hjún royndu at smugla til Íslands, tá tey komu til landið við Norrönu 8. september
 
15.09.2015 - 13:56

Tey komu til Seyðisfjarðar við Norrønu, men vórðu tikin í tollinum, tá tey koyrdu í land. MDMA verður brúkt í Ecstasy pillarum.

Hjúnini, sum eru undir illgruna fyri at hava roynt at smugla 80 kilo av MDMA, eru varðhaldsfongslað til 23. september. Rúsevni vórðu funnin í 14 blikkum, gassfløskum og í reservadekkinum.

Maðurin játtaði, at hann visti um rúsevnini í bilinum. Men kvinnan segði seg einki vita um rúsevnini, skrivar Morgunblaðið.

TAKS váttar samstarv

Sambært myndugleikunum í Íslandi gjørdi samstarv millum løgreglu og tollvaldið í Íslandi og tollvaldið í Føroyum, at hjúnini vórðu tikin, tá tey komu til Íslands úr Hirtshals.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, váttar hesi tíðindi um samstarv fyri Útvarpinum.

Hann kann tó ikki siga, hvør luturin hjá føroyskum tollarum er í stóra íslendska rúsevnismálinum, so leingi íslendska politiið kannar málið.

Norrøna var á Havnini á veg úr Hirtshals til Seyðisfjarðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028