Kanna um dronur kunnu brúkast til fiskiskap

Kanna um dronur kunnu brúkast til fiskiskap
Dronur, bæði siglandi og flúgvandi, fara kanska í framtíðini at finna fiskin fyri skipini, so skipini spara olju. Møguleikin verður nú kannaður
Nú verður kannað, um dronur í framtíðini kunnu finna fiskin fyri skipini, sigur danski ráðharrin
 
12.10.2015 - 10:26

Møguleikin, at dronur kanska í framtíðini fara at finna fisk, verður nú kannaður, sambært tíðindaskrivi frá Evu Kjer Hansen, ráðharra, sum umsitur millum annað fiskivinnuna í donsku stjórnini.

Danska umhvørvis- og matvørumálaráðið hevur latið 1,7 milliónir krónur til eina kanning, sum skal staðfesta, um til ber at brúka dronur í staðin fyri ekkolodd og sonar.

Ber tað til, kunnu fiskiskip spara nógva olju, tí tey sleppa undan at skula leita eftir fiskinum. Í Danmark er oljan 40 prosent av rakstrarkostnaðinum hjá fiskiskipum.

Tey, sum standa fyri royndini, vóna eisini, at dronur, sum finna fisk, kunnu gera, at fiskur ikki verður tveittur fyri borð, tí dronurnar kunnu neyvt siga, hvussu stórar torvurnar eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329