Gekkaverturin mismæltur

Gekkaverturin mismæltur
Kringvarpið harmast, at gekkaverturin av óvart gav hyggjarunum - og teimum, ið spældu gekk - ørkymlandi upplýsingar fríggjakvøldið
 
26.10.2015 - 15:09

Tíðindaskriv:

Kringvarp Føroya hevði tekniskar trupulleikar fríggjakvøldið, tá Gekkurin skuldi avgreiðast. Í rokanum var verturin eisini mismæltur, og hann kom at geva ørkymlandi upplýsingar, tá hann takkaði hyggjarunum fyri luttøkuna.

Aftaná gekkaspælið fríggjakvøldið kom verturin Magnus Jacob Magnussen av óvart at geva hyggjarunum villleiðandi upplýsingar. Hann segði millum annað:

- Tey, sum hava vunnið í kvøld, skulu senda gekkin til Kringvarp Føroya, Postboks 1299, 110 Tórshavn - Øll hini, sum hava sitið heima í kvøld og sum ikki hava vunnið, tey kunnu fara í ein FK-handil, har fáa tey pengarnar aftur.

Verturin orðar seg eitt sindur øðrvísi hesaferð, og tíverri á ein hátt, sum hyggjarin lættliga kann misfata. Tí eru tað eisini fólk sum halda, at tey kunnu fáa gekkaseðilin endurgoldnan í FK, men tað letur seg ikki gera.

Verturin skuldi av røttum sagt tað sama, sum verður sagt í Gekkinum hvørt fríggjakvøld:

- Tey, sum hava vunnið í kvøld, skulu senda gekkin til Kringvarp Føroya, Postboks 1299, 110 Tórshavn - Øll hini, sum hava vunnið, men ikki komu ígjøgnum, tey kunnu fara í ein FK-handil, har fáa tey vinningin útgoldnan.

Kringvarp Føroya harmast, at verturin varð mismæltur, tí tað eru sjálvandi tey, sum hava vunnið, men ikki sluppu ígjøgnum til Gekkin fríggjakvøldið, sum kunnu fara í ein FK-handil, har tey fáa vinningin útgoldnan.

Vit biðja fólk eisini umbera okkum, at gekkaspælið rendi seg í tekniskar trupulleikar, og at spælið av hesum ávum dróg nógv út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985

Meira um sama evni