H71 greitt á odda

H71 greitt á odda
H71 vann oddadystin móti KÍF og er nú greitt á odda í landskappingini hjá monnnum
H71 leikararnir fegnast eftir at hava vunnið oddadystin móti KÍF
Mynd: Rúni Dam  
 
01.11.2015 - 21:47

Nógv bendir longu nú á, at H71 verður annað finaluliðið í hondbóltskappingini hjá monnnum.

H71 vann í dag 25-20 á KÍF í Kollafirði, og nú eru seks stig niður til nummar trý.

H71-verjan var avgerandi í dag. Tað gingu góðir níggju minuttir fyrr enn KÍF fekk sítt fyrsta mál. Tá minkaðu kollfirðingar til 1-4.

H71 var á odda við fýra málum í hálvleikinum og avgjørdi dystin tíðliga í seinna hálvleiki, tá teir fingu leiðslu við sjey málum.

KÍF-H71 20-25 (8-12)

Nicklas Selvig KÍF 8 mál
Andrias Nielsen KÍF 4 mál
Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 4 mál
Peter Krogh H71 8 mál
Jónas Djurhuus H71 7 mál
Hans Kári Hansen H71 5 mál

STÍF á triðja plássi

Leygardagin spældu Team Klaksvík og STÍF í Klaksvík. STÍF vann sannførandi 38-21.

Við sigrinum hevur STÍF lyft seg upp á triðja pláss, meðan Team Klaksvík framvegis er aftast við ongum stigi

Støðan:

1 H71 6 dystir 12 stig
2 KÍF 6 dystir 8 stig
3 STÍF 6 dystir 6 stig
4 VÍF 5 dystir 6 stig
5 Kyndil 6 dystir 4 stig
6 Neistin 5 dystir 4 stig
7 Team Klaksvík 6 dystir 0 stig

Komandi dystir:

04. november Neistin-VÍF
05. november Kyndil-KÍF
07. november VÍF-STÍF

Stjørnan fekk fyrsta sigurin í ár

Hjá kvinnunum var bara ein dystur á skránni í dag.

Stjørnan fekk sín fyrsta sigur. Tær vunnu 30-25 á VB í Vági.

Við sigrinum lyfti Stjørnan seg av aftasta plássi upp á fjórða pláss.

Støðan í kvinnukappingini

1 Kyndil 5 dystir 8 stig
2 Neistin 4 dystir 7 stig
3 VÍF 4 dystir 6 stig
4 Stjørnan  5 dystir 3 stig
5 VB 5 dystir 2 stig
6 STÍF 5 dystir 2 stig

Komandi dystir

04. november Neistin-VÍF
07. november VÍF-STÍF
08. november VB-Kyndil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. august
EB/Streymur festi eld í botnstríðið
179382
Mánadag 19. august
Morgunlestur mánadagur 19. august 2024
179327
Sunnudag 18. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
179343
Leygardag 17. august
Morgunlestur leygardagur 17. august 2024
179111
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. august
Hin rusuti á Aconcagua (8:10)
177966
Leygardag 17. august
Olympiski dreymurin - teknmálstulkað
179320
Leygardag 17. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179318
Fríggjadag 16. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179277
Fríggjadag 16. august
Veðrið
179305