- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda at flogfarið varð sprongt í luftini
Kelda innan amerkonsku fregnartænastuna upplýsir fyri CNN, at ISIL eftir øllum at døma hevur lagt eina bumbu í ferðafólkaflogfarið, sum datt niður yvir Sinai hálvoynni í Egyptalandi leygardagin.
Sostatt bendir nógv á, at yvirgangsfelagsskapurin hevði rætt, tá hann segði seg hava ábyrgd av flogvanlukkuni, sum kravdi 224 mannalív.
Niðurstøðan ikki endalig
Keldan innan amerikonsku fregnartænastuna leggur dent á, at hetta er ikki endaliga niðurstøðan fyri, hvat hendi við Metrojet flogfarinum, men vit hava varhugan av, at spreingiløðing er løgd í viðførið ella annað stað í flogfarinum.
Í gjár boðaðu fleiri myndugleikar og stjórnin frá, at ein bumba kann vera orsøkin. Russisku loftferðslumyndugleikarnir upplýsa, sambært Reutuers, at tey arbeiða við tveimum møguleikum
Onnur orsøkin er, at talan er um bumbu. Hin orsøkin er, at tekniskt brek var orsøkin til, at flogfarið datt niður. Bretska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flúgving millum Sharm el Sheikh og Bretland.
Keldur í Egyptalandi vísa ikki uppáhaldinum aftur
Heldur ikki eyptiskar trygdarkeldur, sum hava tilknýti til kanningarnar av flogvanlukkuni, úthýsa heldur ikki møguleikanum, at talan er um bumbuspreinging.
- Vit halda, at spreingingin hevur verið umborð, men hvat slag vita vit ikki. Sandurin, har flogfarið datt niður, verður nú kannaður fyri at staðfesta, um talan hevur verið um eina bumbu, sigur egyptiska keldan.
Sama keldan leggur aftrat, at spreinginin í flogfarinum, sum datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin, kann hava verið í tanganum við brennievni í flogfarinum.