ES-nevndarlimur: Evropa hevur tørv á egnari verjusamgongu

ES-nevndarlimur: Evropa hevur tørv á egnari verjusamgongu
Andrius Kubilius er ES-nevndarlimur í verjumálum.
Mynd: Reimagine Europe  
 
10.02.2026 - 13:17

Evropa hevur tørv á síni egnu verjusamgongu. 

Tað var boðskapurin hjá Andrius Kubilius, sum er ES-nevndarlimur í verjumálum.

Í røðu í ES-tinginum segði Andrius Kubilius, at Evropa hevur tørv á eini evropeiskari verjusamgongu, fyri at kunna taka ábyrgd av síni egnu verju.

- Ábyrgdin fyri verjuni krevur skipanarligar karmar fyri okkara verjusamstarvi. Tað krevur eina evropeiska verjusamgongu, segði Andrius Kubilius.

 

Skulu umrøða verjupolitikk

Røðan hjá ES-nevndarlimurin í verjumálum varð hildin, stutt áðrenn ES-tingið skal umrøða evropeiskan verjupolitikk. 

Sambært eygleiðarum fer viðgerðin í ES-tinginum geva ábendingar um, hvat Evropeiska Samveldið í roynd og veru vil á verjuøkinum. Stendur verjusamgongan NATO til at bjarga, ella eigur Evropa at ganga egnar leiðir á verjuøkinum.

Andrius Kubilius, ES-nevndarlimur í verjumálum, er ikki í iva. Tað eigur at vera ein miðvís og strategisk raðfesting at brúka evropeisk alternativ, heldur enn amerikansk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098