Óli og Teis fingu eitt stig í part

Óli og Teis fingu eitt stig í part
Óli Mittún og Teis Horn Rasmussen fingu eitt stig í part, tá GOG og Ribe-Esbjerg spældu 30-30 javnleik
Teis Horn Rasmussen roynir at steðga Óla Mittún í gjøgnumbrotsroynd
Mynd: Lau Nielsen/GOG  
 
12.02.2026 - 13:57

Óli Mittún og Teis Horn Rasmussen fingu eitt stig í part, tá føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini í gjár.

GOG tók ímóti Ribe-Esbjerg og dysturin endaði við 30-30 javnleiki.

Óli Mittún skeyt fimm mál upp á átta skotroyndir og legði upp til tvey onnur, meðan føroyski strikuspælarin hjá Ribe-Esbjerg skoraði upp á allar sínar tríggjar kjansir og vann eisini okkurt brotskast.

GOG er á triðja plássi, meðan Ribe-Esbjerg liggja næstniðast í deildini. 

SAH við Jóhan á Plógv Hansen liggja nummar tvey. Teir taptu 26-25 fyri Bjerringbro-Silkeborg í gjár. Føroyski vongurin skeyt seks mál upp á níggju kjansir.

 

Jana  millum tær bestu

Jana Mittún taldist millum tær bestu hjá Viborg, sum vann stórsigur fyri Bjerringbro FH.

LES EISINI: Størsta stjørnan í 2025

Føroyski bakspælarin, sum júst er kosin Ítróttanavnið 2025 í føroyskum ítrótti, skeyt fýra mál og legði upp til fýra í dystinum, sum endaði 38-29 til Viborg.

Tær grønu eru framvegis á 4. plássi í bestu donsku deildini, men fýra stig eru upp til Nykøbing Falster. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576