Trump nevndur meira enn eina millión ferðir í Epstein-skjølum

Trump nevndur meira enn eina millión ferðir í Epstein-skjølum
Politikarar í eftirlitsnevndini í Umboðsmannatinginum fingið atgongd til skjølini uttan útstrikingar
Donald Trump og Jeffry Epstein
Mynd: The Washington Post  
 
11.02.2026 - 10:50

Donald Trump, forseti,  verður nevndur meira enn eina millión ferðir í Jeffrey Epstein-skjølunum, sum amerikanska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt. 

Nógvar atfinningar hava verið um, at sera nógvar útstrikingar eru í skjølunum, og nú hava amerikanskir politikarar í eftirlitsnevndini í Umboðsmannatinginum fingið atgongd til skjølini uttan útstrikingar.

Demokraturin, Jamie Raskin, er ein teirram og hann sigur við miðilin Axios, at tá hann leitaði eftir Trump í skjølunum vóru meira enn ein millión ávísingar til navnið hjá Donald Trump. 

 

Mar-a-Lago

Í minsta lagi eitt skjal tykist at ganga ímóti tí, sum Donald Trump hevur sagt alment um samband sítt við Epstein. Hann skal hava sagt at Jeffrey Epstein var tveittur út úr klubbanum hjá Donaldi Trump í Florida - Mar a Lago. Eitt nú fyri at hava stolið starvsfólk frá Trump.  

Men í skjølunum er Donald Trump endurgivin fyri at siga: 

"Nei, Jeffrey Epstein var ikki limur av Mar-a-Lago, men hann var gestur á Mar-a-Lago, og nei, vit bóðu hann ongantíð um at fara,"  greiðir Jamie Raskin frá um innihaldið í einum telduposti millum Epstein og Ghislaine Maxwell, har Epstein greiðir frá eini telefonsamtøðu millum verjar sínar og Donald Trump. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493