Ikki nøktandi grundgeving frá Fiskimálaráðnum

Ikki nøktandi grundgeving frá Fiskimálaráðnum
Grundgevingin, at tað tók ov drúgva tíð at finna upplýsingar til eitt mál, Dimmalætting bað um innlit í, heldur ikki, sigur Løgtingsins umboðsmaður
Dimmalætting fekk ikki innlit í eitt mál frá Fiskimálaráðnum, tí tað tók ov drúgva tíð at finna upplýsingarnar, sum blaðið bað um. Tann grundgevingin heldur ikki, sigur Løgtingsins umboðsmaður
 
06.11.2015 - 11:17

Dimmalætting fekk ikki innlit í eitt mál frá Fiskimálaráðnum, tí tað tók ov drúgva tíð at finna upplýsingarnar, sum blaðið bað um.

Tann grundgevingin heldur ikki, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Dimmalætting bað Fiskimálaráðið um innlit í, hvørji útlendsk feløg og útlendskir einstaklingar eiga partapening í føroyskum feløgum, sum reka fiskivinnu í Føroyum.

Fiskimálaráðið svaraði, at ráðið hevði einki yvirlit yvir ognarviðurskifti í fiskivinnuni, og at ráðið fór ikki at seta orku av til at gera slíkt yvirlit.

Dimmalætting kærdi til Løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur biðið Fiskimálaráðið viðgera umsóknina um innlit frá Dimmalætting av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615