Politisemja uttan Føroyar

Politisemja uttan Føroyar
Eingin serlig atlit verða tikin fyri Føroyum og Grønlandi í nýggjari semju, danska stjórnin hevur gjørt saman við flokkum í andstøðuni
Lagt er ikki upp fyri serligum viðurskiftum í Føroyum og Grønlandi í nýggju politisemjuni, sum danska stjórnin hevur gjørt saman við flokkum í andstøðuni
 
18.11.2015 - 16:02

Lagt er ikki upp fyri serligum viðurskiftum í Føroyum og Grønlandi í nýggju politisemjuni, sum danska stjórnin hevur gjørt saman við flokkum í andstøðuni, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Bæði stjórnarflokkurin Venstre og andstøðuflokkurin sosialdemokratarnir boðaðu frá, áðrenn semjan varð almannakunngjørd, at serlig fyrilit eru ikki tikin viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi.

Fólkatingslimirnir hjá Føroyum og Grønlandi vóru ikki bodnir við til samráðingarnar um politisemjuna. Samráðingarnar vóru um, hvussu nógvar pengar, politiið fær í framtíðini, og hvørjar brotsgerðir, dentur skal leggjast á.

Í semjuni er staðfest, at Ríkispolitiið avger sjálvt, hvussu nógv fólk arbeiðir ymsa staðni í ríkinum. Grønlendsku fólkatingslimirnir vildu hava fleiri pengar til politiið í Grønlandi, men teir eru ikki í nýggju politisemjuni. Sambært politisku semjuni fær danska politiið 480 mió. kr. meira um árið til 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693