Biður kommunu viðgera starvssetan av nýggjum

Biður kommunu viðgera starvssetan av nýggjum
Húsavíkar kommuna er biðin um at viðgera eina starvssetan av nýggjum. Ivasamt er um ein kommunustýrislimur eisini kann vera kommunuskrivari
Ivasamt er, um ein kommunustýrislimur eisini kann vera kommunuskrivari. Tí hevur Løgtingsins umboðsmaður biðið Húsavíkar kommunu viðgera eina starvssetan av nýggjum
 
24.11.2015 - 16:07

Ivasamt er, um ein kommunustýrislimur eisini kann vera kommunuskrivari. Tí hevur Løgtingsins umboðsmaður biðið Húsavíkar kommunu viðgera eina starvssetan av nýggjum.

Húsavíkar kommuna hevur eisini fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, eftir at ein umsøkjari til starvið sum kommunuskrivari í Húsavík kærdi um mannagongdina, tá ein kommunustýrislimur fekk skrivarastarvið, og tí at umsøkjarin ikki fekk innlit í setanina.

Løgtingsins umboðsmaður heldur tað millum annað vera átaluvert, at kommunan lýsti eftir skrivara nakrar fáar dagar, áðrenn starvstíðin skuldi byrja.

Klagarin fekk onga grundgeving

Tað er als ikki nøktandi, at einki tilmæli er gjørt um, hví mett varð, at tann setta var best egnað til starvið, og hví kommunan ikki helt tað vera neyðugt at hava setanarsamrøður.

Klagarin fekk onga grundgeving fyri, hví hon ikki fekk starvið. Um hetta sigur borgarstjórin í Húsavík, at hann visti ikki, at tað var eitt krav, men at hann hevði grundgivið munnliga fyri avgerðini.

- Eg kann ikki góðtaka hesa umbering, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum skrivari hjá Húsavíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804