Spurningur um lýsing er neyðug

Spurningur um lýsing er neyðug
Tørvs- og funktiónslýsingin um skúlan á Trøðni, sum var umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, er ikki gjørd
Skúlin á Trøðni
 
18.06.2026 - 06:45

Tørvs- og funktiónslýsingin um skúlan á Trøðni, sum var umrødd í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, er ikki gjørd.

Og spurningurin er, um hon verður gjørd.

Kanska er vitanin, sum Landsverk longu hevur um skúlan á Trøðni, nóg gott grundarlag fyri at arbeiða víðari við at dagføra karmarnar hjá skúlanum.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Í desember í fjør, tá fíggjarlógin fyri 2026 var viðgjørd, var sagt, at skúlastjórin, Landsverk og ein uttanhýsis ráðgevi gjørdu eina tørvs- og funktiónslýsing um bygningin hjá skúlanum á Trøðni, har bæði námsfrøðiligu og fysisku karmarnir vera lýstir.

Men eingin beinleiðis tørvs- og funktiónslýsing er gjørd, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at Landsverk umhugsar at raðfesta eina eyka upphædd næsta ár av játtanini til at viðlíka bygningar til at dagføra ljóðviðurskiftini í skúlanum á Trøðni.

Í ár eru 2,4 mió. kr. til tað arbeiðið.

Tær røkka til ein triðing av fermetrunum, sum skulu dagførast, stendur í svarinum hjá landsstýrismanninum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364