1100 kvinnur stilla upp í Iran

1100 kvinnur stilla upp í Iran
Ongantíð hava so mong kvinnulig valevni boðið seg fram sum hesaferð. Tjóðartingsvalið verður 26. februar
 
26.12.2015 - 10:45

1100 kvinnur stilla upp til tjóðartingsvalið í Iran næsta ár, tríggjar ferðir so nógvar sum í 2012.

Tilsamans stilla 12.000 valevni upp, upplýsir iranska innanríkisráðið. 290 sessir eru í iranska tjóðartinginum.

Ongantíð hava so nógv valevni stillað upp til val í Iran. Í 2012 vóru tilsamans 5.000 valevni.

Í løtuni sita bara níggju kvinnur í iranska tinginum.

Av tí at áhugin at stilla upp hesaferð var so stórur, longdi innanríkisráðið uppstillingarfreistina til á midnátt.

Tjóðartingsvalið í Iran verður 26. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576