Ætla at broyta útbjóðingarlógina

Ætla at broyta útbjóðingarlógina
Vinnumálaráðið hevur í hyggju at broyta útbjóðingarlógina frá 1984. Frá 1. juni verður møguligt at geva talgilt boð upp á byggiarbeiði
Vinnumálaráðið hevur í hyggju at broyta útbjóðingarlógina frá 1984, so boð kunnu latast talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum
 
25.01.2016 - 16:34

Vinnumálaráðið hevur í hyggju at broyta útbjóðingarlógina frá 1984, so boð kunnu latast talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum.

Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast talgilt. Fortreytin fyri talgildum boði er, at boð skulu haldast afturlatin, til tey verða latin upp frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum.

Sum lógin nú er orðað, ber bara til at lata inn skrivlig boð í brævbjálva. Endamálið við at broyta lógina er at gera tað einfaldari og effektivari at bjóða upp á byggiarbeiði, sigur Vinnumálaráðið.

Vinnumálaráðið hevur sent lógarbroytingina til hoyringar. Útbjóðingarlógin er galdandi fyri bæði almenna og privata útbjóðing í sambandi við bygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339