Nú hava 14 kvinnur meldað kommunulækna

Nú hava 14 kvinnur meldað kommunulækna
Í dag meldaði ein kvinna aftur at kommunulæknan, ið er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið hann sum lækni hevur kannað
Ein kvinna aftur at hevur meldað ein kommunulækna fyri kynsligan ágang. Politiið hevur nú 14 fráboðanir um læknan
 
24.02.2016 - 16:54

Politiið hevur longu avhoyrt kvinnuna, og arbeiðið at útvega tilfar um málið er byrjað. Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hon fer at biðja um at fáa kommunulækna skuldsettan og avhoyrdan um hesa nýggju fráboðanina.

Hetta málið er um annað kynsligt samband enn samlegu í sambandi við undirlívskanning. Tað skal vera hent, tá kvinnan var 16 ella 17 ára gomul. Fyrningarfreistin í slíkum málum er tíggju ár.

Ákæruvaldið er annars farið í holt við at skriva ákæruritið móti kommunulæknanum, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum.

SÍ EISINI Kommunulæknin verður nú ákærdur

Politiið hevur nú 14 fráboðanir um læknan. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og fyri at bróta revsilógina.

Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum.

Í september í 2014 varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028